Klintra

Talgild undirskrift við Samleikanum

Skriva er ein trygg og løggild undirskriftarloysn, har tú lætt kanst senda skjøl til talgilda undirskrift og taka undirskrivaðu skjølini niður, tá tey eru liðug.

Einfaldari undirskriftir

Tað kann vera møtimikið at prenta, senda, bíða eftir og goyma skjøl, sum skulu undirskrivast. Serliga tá fleiri persónar ella fyritøkur eru partur av gongdini.

Við Skriva kanst tú senda eina undirskriftarumbøn talgilt. Móttakarin fær eitt leinki við telduposti og kann undirskriva við Samleikanum.

Soleiðis brúkar tú Skriva

1.
Stovna avtalu og brúkara

Fyri at senda undirskriftarumbønir stovnar tú eina avtalu og ein brúkara.

2.
Send skjalið til undirskrift

Rita inn, heinta skjalið inn, vel móttakara og send undirskriftarumbønina avstað.

3.
Móttakarin undirskrivar

Móttakarin fær eitt leinki við telduposti og kann undirskriva skjalið talgilt við Samleikanum.

4.
Tak skjalið niður

Tá skjalið er undirskrivað, kanst tú taka tað undirskrivaða skjalið niður og brúka tað eftir tørvi.

Fyri fyritøkur, stovnar og feløg, sum vilja spara tíð

Skriva hóskar væl til tykkum, sum javnan senda skjøl, avtalur ella váttanir at undirskrivað og vilja hava eina tryggari, skjótari og meira talgilda mannagongd.

Skriva kann brúkast til eitt nú:
  • Avtalur
  • Váttanir
  • Starvsfólkaskjøl
  • Samtykki
  • Umsóknir
  • Innanhýsis góðkenningar
  • Skjøl millum fyritøku og kundar
Trygg undirskrift

Undirskriftin verður goymd trygt í PDF-fíluni, sum verður undirskrivað.

Lætt at senda

Tú kanst stovna undirskriftarumbønir, senda skjøl og fylgja gongdini úr skipanini.

Einfalt fyri móttakaran

Tað er ikki neyðugt hjá móttakaranum at stovna brúkara fyri at undirskriva eitt skjal.

Góð dátuvernd

Undirskrivaði skjøl verða sjálvvirkandi strikað eftir umleið 90 dagar, so upplýsingar ikki verða goymdar longri enn neyðugt.

Klár at senda fyrsta skjalið til undirskriftar?

Far til Skriva