Klintra

Software loysnir

Ofta er tann KT-skipanin, sum tú leitar eftir, heilt einfalt ikki til. Tá standardloysnir og skipanir ikki eru nøktandi ella nóg fleksiblar til endamálið, kann Klintra veita sermentar skipanir, ið eru skraddaraseymaðar til tíni krøv og ítøkliga tørv.

KT-ráðgeving

Okkara toymi av ráðgevum og mennarum eru serfrøðingar í at koma við bestu loysnini og røttu tøknini.

Tilgongd

Klintra arbeiðir tætt saman við sínum kundum fyri at menna loysnir, sum geva veruligar fyrimunir og ágóðar. At byggja loysnina á rætta grundarlagið hevur alt at siga. Tí spyrja og lurta vit væl, áðrenn vit koma við eini loysn, sum tekur neyvt støði í tínum tørvi, fíggjarætlan og tíðarætlan. 

;