Klintra

Privatlívspolitikkur

KLINTRA hevur dátuábyrgd av upplýsingunum, sum vit savna um teg, og vit tryggja, at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar sambært reglugerðini.

 

Vit taka tína dátuvernd í álvara og hava tí samtykt hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit viðgera tínar persónupplýsingar.

 

Kontaktupplýsingar

Um tú ynskir at venda tær til okkum viðvíkjandi okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú gera tað við at seta teg í samband við okkum:

 

Klintra Sp/f
Heykavegur 4
100 Tórshavn
Føroyar
+298 898989
klintra@klintra.fo

Viðgerð av persónupplýsingum

Persónupplýsingar eru allar upplýsingar, sum á ein ella annan hátt kunnu knýtast at tær. Um so er, at tú ikki ynskir, at vit viðgera hesar upplýsingar, kann tað gerast trupult at varðveita sambandi við teg og halda møguligar avtalur við teg.

 

Møguligir kundar

Um tú ynskir at verða kundi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupplýsingar um teg:

  • Navn, teldupost og telefonnummar

 

Persónupplýsingar um møguligar kundar verða savnaðar til fylgjandi endamál:

  • Møguligt framtíðar samstarv ella keyp
  • Fyrisiting av tínum sambandi við okkum

 

Heimildin, fyri viðgerðini av persónupplýsingum, sum fer fram er: Heimilað áhugamál. sbrt. §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.

  • Felagið metir, at tað er neyðugt, at viðgera hesar persónupplýsingar fyri at kunna náa áðurnevnda endamálinum við viðgerðini, men felagið tryggjar, at áhugamálini hjá okkum ikki ganga fram um rættindini hjá tí skrásetta.

 

Upplýsingarnar verða goymdar so leingi, sum tað eftir reglunum er loyvið, og vit sletta tær, tá ið vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjar upplýsingarnar eru, og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar, viðvíkjandi møguligum kundum, strikaðar, tá ið mett verður, at samskiftið ikki er viðkomandi longur.

  • Upplýsingar um møguligar kundar strikast 2 ár eftir, at seinasta samskiftið var, ella um kundin biður um tað.

 

Kundar

Um tú ynskir at gerast kundi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupplýsingar frá tær:

  • Navn
  • Bústað
  • Teldupost
  • Telefonnummar

 

Persónupplýsingar um kundar verða savnaðar til fylgjandi endamál:

  • Viðgerð av tínum keypi og okkara veitan
  • Fyrisiting av tínum sambandi til okkum

 

Heimildin fyri viðgerðini av persónupplýsingum, sum fer fram er: Avtala. sbrt. §8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini.

  • Talan kann verða um skriftligar avtalur, men eisini um vanligar handilsavtalur, sum vanlig keyp og søla.

 

Upplýsingarnar verða goymdar so leingi, sum tað sambært reglugerðini er loyvi, og vit sletta tær, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjar upplýsingar eru og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum strikaðar, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at samskiftið ikki er viðkomandi longur.

  • Upplýsingar um kundar strikast vanliga 5 ár eftir at kundasamstarvið og samskiftið endaði.

 

Veitarar og samstarvsfelagar

Um tú ynskir at verða veitari ella samstarvsfelagi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupplýsingar um teg:

  • Navn
  • Bústað
  • Teldupost
  • Telefonnummar
  • V-tal
  • Bankaupplýsingar

 

Persónupplýsingar um veitarar og samstarvsfelagar verða savnaðar til fylgjandi endamál:

  • Til viðgerð av okkara keypi/veitan
  • Fyrisiting av tínum sambandi við okkum

 

Heimildin fyri viðgerðini av persónupplýsingum, sum fer fram er: Avtala. sbrt. §8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini.

  • Talan kann verða um skriftligar avtalur, men eisini um vanligar handilsavtalur, sum vanlig keyp og søla.

 

Upplýsingarnar verða goymdar so leingi, sum tað sambært reglugerðini er loyvið, og vit strika tær, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjar upplýsingar eru, og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi veitarum og samstarvsfeløgum strikaðar, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at samskiftið ikki er viðkomandi longur.

  • Upplýsingar um kundar strikast vanliga 5 ár eftir at kundasamstarvið og samskiftið endaði, og møguligar ábyrgdir fyri keyptar vørur er útgingin.

 

Starvsumsóknir og umsókn um praktikkpláss

Tá ið vit móttaka starvsumsóknir við fylgiskjølum ella fyrispurningar um praktikkpláss, verða øll skjølini lisin av tí ávísa leiðaranum við tí endamáli, at svara og meta um innihaldið í sambandi við umsóknina. Okkara lógarheimild til viðgerðina av umsóknunum er ”Heimilað áhugamál” sbrt. §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini. Mett er, at tað eru áhugamálini hjá bæði felagnum og tí skrásetta, at persónupplýsingarnar verða viðgjørdar í samband við setanartilgongdina.

 

Starvsumsóknir og fylgiskjøl verða deild víðari innanhýsis til persónar, sum eru í setanarbólkinum, og verða ikki víðarigivin til onnur uttanfyri fyritøkuna.

 

Umsóknir og fylgiskjøl verða goymd, til rætti umsøkjari er funnin, og setanartilgondin er endað. Eftir hetta verða umsókn og fylgiskjøl hjá teimum, sum ikki fingu starvið strikað. Um ynski er at goyma umsóknina og fylgiskjøl, skal felagið hava samtykki til hetta.

 

Tá ið talan er um óbidnar umsóknir, verður svar sent beinanvegin, og tað kann verða at umsókn og fylgiskjøl verða goymd í mestalagi 6 mánaðir fyri síðani at verða strikað.

 

Um umsókn og fylgiskjøl verða goymd í meiri enn 6 mánaðir, skal biðjast um eitt nýtt samtykki frá umsøkjaranum.

 

Títt samtykki er sjálvboðið, og tú kanst til einahvørja tíð taka tað aftur við at venda tær til okkum. Nýt kontaktupplýsingarnar omanfyri, um tú ynskir fleiri upplýsingar.

Aðrar upplýsingar um viðgerð

Trygd

Vit hava sett hóskandi tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk fyri at tryggja, at tínar upplýsingar av tilvild ella ólógliga ikki verða strikaðar, almmannakunngjørdar, burturblivnar, minka í virði, ella at nakar óviðkomandi fær hendur á teimum, verða misbrúktar ella á ein ella annan hátt verða viðgjørdar í stríð við lógina. Dátuábyrgdarin tryggjar, at viðgerðin bert kann fara fram, tá ið dátutrygdarreglurnar verða fylgdar iflg. Dátuverndarlógina § 7.

 

Dataminimering

Vit savna, viðgera og goyma bert persónupplýsingar, sum eru neyðugar í sambandi við at náa okkara ásettu endamál. Harafturat kann tað verða lógargivið, hvat slag av persónupplýsingum er neyðugar at savna og viðgera í samband við okkara virksemi. Nøgdin og slagið av persónupplýsingum vit viðgera, kann verða ásett av tørvinum at halda eina avtalu ella øðrum lógarásettum skyldum.

 

Dagført data

Okkara tænasta er treytað av, at tykkara upplýsingar eru rættar og dagførdar, og vit biðja tykkum upplýsa okkum um týðandi broytingar í tínum upplýsingum. Tit kunnu nýta kontaktupplýsingarnar omanfyri, at siga okkum frá, um broytingar á hesum øki, so syrgja vit fyri, at dagføra tínar persónupplýsingar. Um vit sjálvi leggja merki til, at upplýsingarnar ikki eru rættar, dagføra vit tær.

 

Víðarigevan av upplýsingum

Vit brúka fleiri triðjapartar til goymslu og viðgerð av data, herímillum veitarar av kt-loysnum. Hesi viðgera bert upplýsingar okkara vegna, og skulu ikki brúka tær til egið endamál.

 

Vit brúka í útgangsstøði einans dátuviðgerðar úr EU ella tryggum triðjalondum, sum hava neyðugu trygdarviðurskiftini í ordan, umframt feløg í londum, sum kunnu veita nøktandi dátuverndartrygd, men so nýta vit eisini sosialu miðlarnar, sum Facebook og LinkedIn.

 

Vit nýta Facebook

KLINTRA hevur eina Facebook síðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar. Tú eigur at vera vitandi um, at Facebook savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar Facebook síðuna hjá KLINTRA. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Facebook brúkar hesar upplýsingar at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja.

 

Um tú sært tað, sum liggur á Facebook er tað helst tí, tú hevur skrásett tín vanga á Facebook og hevur góðtikið teirra politikk.

 

Her kanst tú lesa meira um cookiepolitikkin hjá Facebook.

 

Vit nýta LinkedIn

KLINTRA hevur eisini eina LinkedIn síðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar. Eisini her eigur tú at vera vitandi um, at LinkedIn savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar LinkedIn síðuna hjá KLINTRA. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og LinkedIn brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja.

 

Um tú sært tað, sum liggur á LinkedIn er tað helst tí, tú hevur skrásett tín vanga á LinkedIn og hevur góðtikið teirra politikk.

 

Her kanst tú lesa meira um cookiepolitikkin hjá LinkedIn.

Tíni rættindi

Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til, at fáa upplýst hvørjar persónupplýsingar vit viðgera um teg, hvar tær koma frá, og hvat vit brúka tær til. Tú kanst eisini fáa upplýst, hvussu leingi vit goyma tínar persónupplýsingar, og fáa at vita, hvør fær tínar persónupplýsingar, í tann mun vit víðarigeva persónupplýsingarnar í Føroyum og uttanlands.

 

Um tú biður um tað, kunnu vit upplýsa/geva tær persónupplýsingarnar, vit viðgera um teg. Heimildin kann tó verða avmarkað, um privatlívið hjá øðrum skal verjast, handilsloyndarmál og ólikamlig rættindi.

 

Um tú heldur, at persónupplýsingarnar, vit viðgera um teg, eru skeivar, hevur tú rætt til at fáa tær rættaðar. Tú skalt venda tær til okkum og upplýsa okkum um, hvar feilurin er, og hvussu tað kann rættast. Vit heita á teg, at verða neyv/ur um tínar umbidnu rættingar, ella kann tað gerast trupult hjá okkum, og tað kann í ávísum førum føra til, at vit ikki kunnu eftirlíka tínum ynskjum.

 

Í summum førum, hava vit skyldu at strika tínar persónupplýsingar. Tað geldur t.d., um tú tekur eitt møguligt samtykki aftur. Um tú heldur, at tínar persónupplýsingar ikki longur eru neyðugar í samband við tað endamál, sum vit heintaðu tær til, so kanst tú biðja um at fáa tær strikaðar. Tú kanst eisini seta teg í samband við okkum, um tú heldur, at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar ímóti lógini ella øðrum lógarásettum skyldum.

 

Tú hevur rætt til at senda eina klagu til dátueftirlitið (www.dat.fo)

 

Dátueftirlitið
Tinganes
Postboks 300
FO-110 Tórshavn
Tlf.: (+298) 309100
Teldupostur: dat@dat.fo

 

Tú hevur rætt at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú kanst eisini nokta, at vit víðarigeva tínar persónupplýsingar til marknaðarføring. Tú kanst brúka upplýsingar ovast at senda tína klagu. Um tín klaga er heimila, steðga vit viðgerðini av tínum persónupplýsingum.

 

Tú hevur møguleika til dátuflutning, um so er, at tú ynskir, at tínar upplýsingar verða fluttar til ein annan dátuábyrgdara ella dátuviðgera.

 

Vit strika tínar persónupplýsingar, tá tær ikki longur eru neyðugar til tað endamálið, sum tær vóru savnaðar til.

 

Tá ið tú vendir tær til okkum, við eini áheitan um at rætta ella strika tínar persónupplýsingar, kanna vit, um tú lýkur treytirnar, og so gera vit broytingarnar ella strika upplýsingarnar so skjótt sum gjørligt.

 

Tú kanst brúka tíni rættindi við at venda tær til okkum. Okkara upplýsingar eru ovast í skjalinum.

 

Dagført 30.06.2023.