Klintra

Savna øll starvsfólka-viðurskifti í einari skipan

KLINTRA | FÓLK er ein HRM-loysn, sum savnar starvsfólkaupplýsingar, rekruttering, førleikar, áminningar og menning í einari tryggari og einfaldari skipan.

Alt ov nógv liggur spjatt

Starvsfólkaupplýsingar liggja ofta í rokniørkum, teldupostum, mappum og ymiskum skipanum. Tað ger tað trupult at hava yvirlit, fylgja upp og tryggja, at upplýsingar eru rættar.

Við KLINTRA | FÓLK verður alt savnað í einari skipan, so tit kunnu arbeiða skjótari, tryggari og meira skipað við starvsfólkaviðurskiftum.

Starvsfólkini eru týdningarmesta tilfeingið hjá tíni fyritøku. Við KLINTRA | FÓLK fær leiðsla og umsiting betri yvirlit, dagførda vitan og eitt tryggari grundarlag at taka avgerðir og menna starvsfólkini.

Starvsfólka- yvirlit

Savna upplýsingar um starvsfólk, deildir, ábyrgdir, førleikar og skjøl á einum stað.

Sjálvvirkandi áminningar

Fá boð um royndartíðir, skeið, góðkenningar, merkisdagar og starvsfólkasamrøður.

Rekruttering

Umsit starvslýsingar, umsóknir og setanargongdir í einari greiðari skipan.

Førleikar og menning

Fá yvirlit yvir royndir, førleikar og menningarmøguleikar hjá starvsfólkunum.

Minni umsiting. Betri yvirlit. Meira tíð til fólk.

KLINTRA | FÓLK hjálpir fyritøkum at minka um manuelt arbeiði, tryggja betri dátugóðsku og geva HR og leiðslu eitt betri grundarlag at taka avgerðir út frá.

Við Klintra Fólk fært tú:
  • Betri yvirlit yvir starvsfólk og førleikar
  • Færri manuellar skrásetingar og færri vandar fyri villum
  • Meira tíð til trivnað, menning og uppfylging

“Vit kunnu viðmæla Klintra sum samstarvsfelaga og heilt greitt viðmæla Klintra | Fólk sum starvsfólkaskipan.”

 

Rógvi Róin,
stjóri hjá Petur Larsen

Vilja tit síggja, hvussu Klintra FÓLK kann hjálpa tykkum?

Ring til okkum á +298 898989 ella skriva til klintra@klintra.fo.