Starvsfólkini eru týdningarmesta tilfeingið hjá tíni fyritøku og krevja tí væl skipaða røkt, og at tú vísir teimum serligan ans. Tað er virknisfemjandi at tryggja trivnað og menning av tínum starvsfólkum, og harvið røkkur tú eisini betri úrslitum. Við KLINTRA | FÓLK hava leiðsla og umsiting altíð dagførda vitan til at taka røttu avgerðirnar.
Við FÓLK sleppur tú undan at minnast, eitt nú nær skeið skulu endurnýggjast, ella nær kantinufólkið hevur starvsdag. FÓLK hevur yvirlit og minnir teg sjálvvirkandi á tað.
Tá royndartíð hjá starvsfólki er liðug.
Tá starvsfólk hava merkisdagar.
Tá skeið og góðkenningar skulu endurnýggjast.
Tá fylgjast skal upp á sambandi við starvsfólkasamrøður.
Frá starvslýsing á starvsportali, handfaring og viðgerð av umsóknum til setan.
Raðfesting og viðgerð av umsóknum.
JobMatch hentleikar - frávik í mun til krøv.
Ger, umsit og send út starvslýsingar.
Starvsportalur.
Petur Larsen er ein framleiðslufyritøka í Fuglafirði við 25 starvsfólkum. Høvuðsvirksemi er søla og nýumvæling av Baader maskinum til føroyska og altjóða marknaðin.
Við 25 starvsfólkum við ymiskum førleikum, skiftandi vaktum og arbeiðstíðum, hevði Petur Larsen brúk fyri eini ordiligari starvsfólkaskipan, sum kundi geva eitt samlað yvirlit yvir allar viðkomandi starvsfólkaupplýsingar.
Klintra | Fólk starvsfólkaskipanin er ein fullfíggjað HRM loysn, sum savnar allar starvsfólkaupplýsingar á einum stað.
Við Klintra | Fólk fekk Petur Larsen eitt greitt og miðsavnað yvirlit yvir øll viðkomandi starvsfólkaviðurskifti, sum fyrr lógu spjadd í brævornarum, skriviborðum, servarum og privatum teldum.