Fá samband við okkum

Fyll út teigarnar og send okkum ein fyrispurning. 

Contact Us

Fill out the form and send us a request.

☎ (+298) 898989


Klintra
Undir Glaðsheyggi 14
FO-100 Tórshavn
Faroe Islands
klintra@klintra.fo

(298) 898989

Torikl39_Treated.jpg

Um Klintra

 

Nýggj fyritøka við drúgvastu royndum

Klintra er ein nýggj KT-fyritøka, men fólkið er væl kent á føroyska KT-marknaðinum. Málið hjá Klintra er, at vera ein miðdepil í føroyskari KT-vinnu, sum nú stendur fyri stórum og spennandi avbjóðingum við at talgilda Føroyar. 

Felagið hevur ment fleiri góðar og væl kendar loysnir, so sum Aliskipanina til Heilsufrøðligu starvsstovuna, Tinglýsingarskipanina til Umhvørvisstovuna, Teyggjuna til Fiskimálaráðið og Sjóvinnustýrið, VerkGongdar- og BúskettSkipanina til Gjaldstovuna, Heildarskipanina til Trygdargrunn Fiskivinnunar, Heildarskipanina til Almannaverkið, 3V til Kommunufelagið, Crew-manningarskipanina til Skansi Offshore og ikki minst nýggju HR- skipanina, sum sjey av størstu arbeiðsplássunum í Føroyum hava ognað sær.

 

Vit hava avgjørt nakað at bjóða – eisini við at talgilda Føroyar. Okkara tilgongd, har vit, við drúgvum royndum innan kunningartøkni, kunnu taka lut sum ráðgevar við sera breiðari og sera djúpari vitan um nógv ymisk virksemis- og lógarøki, ger okkum kappingarfør.
— Jógvan K. Glerfoss, stjóri í Klintra