Fá samband við okkum

Fyll út teigarnar og send okkum ein fyrispurning. 

Contact Us

Fill out the form and send us a request.

☎ (+298) 898989


Klintra
Undir Glaðsheyggi 14
FO-100 Tórshavn
Faroe Islands
klintra@klintra.fo

(298) 898989

Skrivstovufólk til Klintra

Nýtt

Skrivstovufólk til Klintra

Allan Dalsgarð

Klintra leitar eftir ein royndum og ágrýtnum skrivstovufólki til fjølbroyttar uppgávur í einum spennandi arbeiðsumhvørvi. Vit leita eftir einum starvsfelaga, sum arbeiðir skipað, dugir væl at samstarva og arbeiða sjálvstøðugt.  

Vit bjóða

Eitt starv í eini KT-fyritøku í stórari menning og ein avbjóðandi og fjølbroyttan arbeiðsdag saman við dugnaligum starvsfelagum. 

Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um:

  • Fyrisitingarligar uppgávur
  • Skrivarauppgávur
  • Tilboð og fakturering
  • Samskipan av arbeiðsuppgávum
  • Marknaðarføring og kundasamskifti

Krøv

Vit vænta at tú hevur skrivstovuútbúving ella aðra viðkomandi útbúgving umframt viðkomandi arbeiðsroyndir. Tú dugir væl at orða teg á føroyskum og enskum og hevur góðar telduførleikar eitt nú við bókhalds-, fíggjar- og CRM-skipanum. 

Løn og setanartreytir eftir nærri avtalu.

Hevur tú spurningar um starvið kanst tú seta teg í samband við Jógvan K. Glerfoss á telefon 794287 ella jkg@klintra.fo

Umsóknir við viðkomandi prógvum og CV skulu sendast við telduposti til jkg@klintra.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 12. januar.


Um Klintra:

Klintra er ein KT-menningarfyritøka. Málið hjá Klintra er, at vera ein miðdepil í føroyskari KT-vinnu, sum nú stendur fyri stórum og spennandi avbjóðingum við at talgilda Føroyar. Felagið hevur ment fleiri góðar og væl kendar loysnir, so sum Aliskipanina til Heilsufrøðligu starvsstovuna, Tinglýsingarskipanina til Umhvørvisstovuna, Teyggjuna til Fiskimálaráðið og Sjóvinnustýrið, VerkGongdar- og BúskettSkipanina til Gjaldstovuna, Heildarskipanina til Trygdargrunn Fiskivinnunar, Heildarskipanina til Almannaverkið, 3V til Kommunufelagið, Crew-manningarskipanina til Skansi Offshore og ikki minst nýggju HR- skipanina, sum fleiri av størstu arbeiðsplássunum í Føroyum hava ognað sær.