Fá samband við okkum

Fyll út teigarnar og send okkum ein fyrispurning. 

Contact Us

Fill out the form and send us a request.

☎ (+298) 898989


Klintra
Undir Glaðsheyggi 14
FO-100 Tórshavn
Faroe Islands
klintra@klintra.fo

(298) 898989

Nýtt

Klintra styrkir um hópin

Jógvan K. Glerfoss

Klintra hevur vind í seglunum.

Fyri at nøkta eftirspurningin, frá mongu og trúgvu kundum okkara, styrkja vit aftur um hópin – nú fyri triðju ferð síðani byrjan í mars 2016 og eru vit nú 12.

Hálvan september byrjaði Oluf Færø, ið útvið 11 ár hevur starvast á Føroya Tele. Hann hevur m.a. verið partur av toyminum, sum hevur ment loysnir sum Ver (ver.fo) og Vinnurúmið (vinna.ft.fo).

Oluf er útbúgvin cand.scient. í teldufrøði frá universitetinum í Keypmannahavn, og undirvísir hann regluliga í KT-verkfrøði á Fróðskaparsetur Føroya.

Vit frøðast um, at Oluf velur avbjóðingar saman við øðrum góðum fólki á Klintra, og ynskja vit Olufi hjartaliga væl komnan í hópin.