Klintra | Fólk
KLINTRA | FÓLK – FULLFÍGGJAÐA HRM-LOYSNIN
Nú kanst tú savna allar starvsfólkaupplýsingar á einum stað, so tú trygt, skjótt og lætt kanst menna týdningarmesta tilfeingið hjá fyritøkuni.
Tín persónligi hjálpari
Við KLINTRA | FÓLK sleppur tú undan at minnast, eitt nú nær skeið skulu endurnýggjast, ella nær kantinufólkið hevur starvsdag. KLINTRA | FÓLK hevur yvirlit og minnir teg sjálvvirkandi á tað.
- Tá royndartíð hjá starvsfólki er liðug
- Tá starvsfólk hava merkisdagar
- Tá skeið og góðkenningar skulu endurnýggjast
- Tá fylgjast skal upp í sambandi við starvsfólkasamrøður
Starvsfólkini eru týdningarmesta tilfeingið hjá tíni fyritøku og krevja tí væl skipaða røkt, og at tú vísir teimum serligan ans. Tað er virknisfemjandi at tryggja trivnað og menning av tínum starvsfólkum, og harvið røkkur tú eisini betri úrslitum.
Við KLINTRA | FÓLK hava leiðsla og umsiting altíð dagførda vitan til at taka røttu avgerðirnar.
Finn rætta toymið til uppgávuna
Fyri at loysa uppgávurnar í fyritøkuni á besta og mest virknisfremjandi hátt krevst, at røttu starvsfólkini verða sett á røttu uppgávurnar. Við KLINTRA | FÓLK hevur tú altíð eitt savnað yvirlit yvir starvsfólkini og teirra førleikar og royndir. Á henda hátt kanst tú altíð seta best egnaða toymið saman.
Nútímans, opin og í cloud
KLINTRA | FÓLK er ein nútímans webskipan, bygd á allarnýggjastu Microsoft-tøkni. Skipanin koyrir í cloud ella í tykkara egna KT-umhvørvi. Við opnum og væl lýstum markamótum kann hon lættliga spæla saman við øðrum skipanum, eitt nú lønarskipanum til endurnýtslu av upplýsingum.
Eitt ómissandi amboð
Áðrenn setanina | Undir setanartilgongdini | Í starvstíðini | Aftaná at setanin endar
REKRUTTERINGSSKIPAN
- Raðfesting og viðgerð av umsóknum
- JobMatch hentleikar - frávik í mun til krøv
- Starvslýsingar
- Starvsportalur
Frá starvslýsing á starvsportali, handfaring og viðgerð av umsóknum til setan.
VIRKIS- OG STARVSFÓLKAMENNING
- Hvar eru vit?
- Hvagar vilja vit fara?
- Hvat krevst?
- Starvs- og førleikaprofilar
- Sjónlig mál
- Frávikshandfaring
- Góðskutryggjan
KLINTRA | FÓLK er eitt strategiskt HR-amboð, sum veitir fyritøkuni og starvsfólkum hollan stuðul í sambandi við mest týðandi spurningarnar:
Royn Klintra | Fólk í dag
Eg eri til reiðar at vegleiða og hjálpa tær at finna røttu loysnina til tykkara tørv. Ring til mín á 794287 ella send ein teldupost jkg@klintra.fo